2025-08-17 12:35

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj fer mánadagin seinnapartin til Washington D.C at vitja amerikanska forsetan, Donald Trump, í Hvítu húsunum.
Og nú er greitt, at fleiri evropeiskir leiðarar fara við honum. Tað skrivar NRK.
EU-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen, Nato-aðalskrivarin Rutte, týski kanslarin Merx, franski forsetin Macfron, Italienski forsætismálaráðharrin Meloni, bretski forsætismálaráðharrin Starmer og finski forsetin Stubb luttaka eisini á fundinum.
Seinnapartin í dag kemur Zelenskyj til Brussel fyri at luttaka á talgildum fundi um framtíðina hjá Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald