Uttanlands

Evropeiskir leiðarar stuðla Trump

Taka undir við, at samráðingarnar um frið í Ukraina taka útgangsstøði í núverandi hermótinum

Nøkur av teimum, ið hava skrivað undir á fundi fyrr í mánaðinum. Frá vinstru Emmanuel Macron, Mette Frederiksen, Friedrich Merz, Volovymyr Zelenskyj og Donald Tusk (Mynd: EPA)

Nøkur av teimum, ið hava skrivað undir á fundi fyrr í mánaðinum. Frá vinstru Emmanuel Macron, Mette Frederiksen, Friedrich Merz, Volovymyr Zelenskyj og Donald Tusk (Mynd: EPA)

2025-10-21 10:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leiðarar úr fleiri evropeiskum londum hava sent út eina felags yvirlýsing, har teir stuðla bæði Ukraina og amerikanska forsetan, Donald Trump, í royndunum at skapa frið.

- Vit taka undir við Trump forseta og hugburðinum um at støðga krígnum í stundini, og at núverandi hermót eigur at vera útgangsstøði fyri samráðingunum, verður millum annað sagt í yvirlýsingini.

Tey, ið hava skrivað undir eru Volodymyr Zelensky, forseti í Ukraina, Keir Starmer, forsætisráðharri í Bretlandi, Friedrich Merz, samveldiskanslari í Týsklandi, Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi, Giorgia Meloni forsætisrákvinna í Italia, Donald Tusk, forsætisráðharri í Polandi, Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna, Antonio Costa, formaður í Evropeiska ráðnum, Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri í Noregi, Alexander Stubb, forseti Finnlands og Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna í Danmark. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder