
ES hevur ætlanir um at høgga grafitt í Grønlandi og harvið tryggja Evropa veiting av sokallaðum ‘kritiskum’ ráevnum. Hetta sigur ES í tíðindaskrivi í dag.
Grafitt er bleytt mineral, sum eitt nú verður brúkt í battaríum í ravmagnsbilum, skrivar dr.dk.
Ætlanin er ein av 13 ætlanum hjá ES at vinna ráevni uttan fyri mørkini hjá samveldinum. Hetta skal gera ES-londini meira kappingarfør og minni bundin av øðrum londum.
Hinar ætlanirnar skulu ganga fyri seg í Kanada, Kasakstan, Noregi, Serbia, Ukraina, Sambia, Brasil, Madagaskar, Malawi, Suðurafrika og í Bretlandi umframt í Ný Kaledonia, sum er franskt øki.
Íløgurnar verða ætlandi á 5,5 milliardir evrur – svarandi til 41 milliardir krónur – og eru sambært ES-nevndini neyðugar fyri at fáa sett ætlanirnar ígongd.
Tíggja av ætlanunum snúgva seg um at vinna ráevni, sum eru neyðug í framleiðsluni av elektroniskum akrørum umframt framleiðslu og goymslu av battaríum, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald