Uttanlands

ES vil lata 1,5 milliardir evrur til herdeildir í Ukraina

Fyrr í ár varð samtykt at lata eina milliard evrur, og nú er ætlanin at lata 500 milliónir afturat

Charles Michel, ES-forseti (Mynd: EPA)

Charles Michel, ES-forseti (Mynd: EPA)

2022-04-08 15:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í februar og mars góðkendi ES ein stuðulspakka á eina milliard evrur til vápnaðu herdeildirnar hjá Ukraina, og Charles Michel, ES-forseti sigur, at hann tekur undir við at lata 500 milliónir evrur afturat til Ukraina.

Samlaða upphæddin á 1,5 milliardir evrur svarar til uml. 11,1 milliard í okkara krónum.

Hósdagin samdust tey 27 ES-londini eisini fleiri revsitiltøk móti Russlandi. Hetta inniber m.a., at ES fer at steðga innflutning av koli, træi og vodka úr Russlandi, og hetta varð formliga samtykt fyrrapartin í dag.

Sama dag varð boðað frá, at Nato-londini fóru at senda fleir vápn til Ukraina, har kríggj hevur verið síðan 24. februar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder