Uttanlands

ES: Ukraina fær 500 milliónir evrur afturat

Tilsamans hevur ES sostatt givið Ukraina tvær milliardir evrur í hernaðarstuðli, og nýggi suðulin skal m.a. nýtast til keyp av stríðsvognum

Josep Borrell, uttanríkisstjóri hjá ES (Mynd: EPA)

Josep Borrell, uttanríkisstjóri hjá ES (Mynd: EPA)

2022-05-13 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ES er til reiðar at geva Ukraina 500 milliónir evrur afturat, so landið kann keypa fleiri vápn at nýta í krígnum móti Russlandi.

Tað sigur uttanríkisstjórin hjá ES, Josep Borrell í sambandi við G7-fundi í Týsklandi í dag.

– Eg ætla mær at boða frá, at ES fer at geva Ukraina 500 milliónir evrur afturat í hernaðarstuðli. Harvið hevur ES tilsamans latið tveir milliardir evrur. So talan er um nýggjan hernaðarligan stuðul til Ukraina, sigur hann sambært Ritzau.

Stuðulin skal m.a. nýtast til keyp av stríðsvognum.

Josep Borrell leggur afturat, at ES ætlar at økja trýstið á Russland við nýggjum revsitiltøkum.

Tað hevur víst seg at vera meira torført enn væntað at fáa semju um sonevnda sætta pakkan av revsitiltøkum, sum m.a. snýr seg um russiska olju, men ein avtala um hetta fer at koma, sigur hann.

– Vit hava brúk fyri einari avtalu, og eg eri vísur í, at vit fáa hana.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder