Uttanlands

ES-sendiharrar innkallaðir til skundfund í dag

Orsøkin er hóttanirnar hjá amerikanska forsetanum um at leggja toll á lond, sum ikki taka undir við at yvirtaka Grønland

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-01-18 11:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ES-sendiharrar eru kallaðir inn til skundfund í Brússel í dag um Grønland og hóttanirnar um toll hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Tað upplýsir Kýpros, sum hevur ES-formansskapin í løtuni sambært Ritzau.

Donald Trump ávaraði fríggjadagin um, at hann kundi verða noyddur at leggja revsitoll á lond, sum vóru ímóti ætlanum hansara um at yvirtaka Grønland, og leygardagin boðaði hann frá á sosiala miðlinum Truth Social, at hann fór at leggja tíggju prosent í toll á Danmark og sjey onnur evropeisk lond, sum hava sent herfólk til Grønlands.

Fundurin verður eftir ætlan seinnapartin.

Les eisini: Nú hóttir Trump við revsitolli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder