
Í farnu viku avgørdi ST aftur at seta í gildi revsitiltøk móti Iran, og sambært Ritzau avgjørdu ES-londini mánadagin at gera tað sama.
Orsøkin er iranska kjarnorkuætlanin, sum sambært Fraklandi, Týsklandi og Stórabretlandi er brot á kjarnorkuavtaluna frá 2015. Tað vóru hesi trý londini, sum fyri einum mánað síðani fóru undir tilgongdina at royna at fáa revsitiltøkini gildi aftur.
Iran sigur seg tó ikki hava brotið nakra avtalu.
Revsitiltøkini hjá ES snúgva seg um forboð móti innflutningi, keypi og flutningi av ráolju, náttúrugassi og oljuvørum úr Iran, forboð móti at viðlíkahald av iranskum flutningsflogførum og skipum, og innifrysting av ognum hjá iranskum peningastovnum. Eisini missa iransk flutningsflogfør atgongd til floghavnir í ES.
Les eisini: ST: Revsitiltøk móti Iran sett í gildi aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald