Uttanlands

ES og Ísrael hava gjørt avtalu um Gaza-neyðhjálp

Hon inniber at betra um atgongdina til neyðhjálp - og at hon ikki verður beind til sjálvt Hamas ístaðin

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2025-07-10 18:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Neyðhjálp til Gasa hevur verið eitt nógv umrøtt evni í seinastuni; millum annað hevur Ísrael fingið nógvar akærur um, at landið forðar fyri, at neyðsynjavørur og annað kemur inn í krígsrakta økið.

Nú hava ES og Ísrael gjørt eina avtalu um at betra um atgongdina til neyðhjálp í Gaza. 

Hetta skriva altjóða miðlar og tíðindastovur í dag - millum annað Reuters og TV2. Tað er uttanríkisovastin hjá ES, sum hevur váttað hesum.

Í almennu útmeldingini staðfestir evropeiska samveldi, at hetta verður sett í verk innan næstu dagarnar. 

Hjálpn skal latast beinleðis til fólkið í Gaza - og syrgjast skal fyri, at hjálp ikki endar í Hamas-felagsskapinum ístaðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder