Uttanlands

ES: Nýggj revsitiltøk móti Russlandi kunnu verða samtykt hósdagin

Tað eru ongar ábendingar um, at Russland ynskir frið, og tí er neyðugt at leggja meira trýst á Russland, sigur uttanríkisstjórin í ES

Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES (Mynd: EPA)

Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES (Mynd: EPA)

2025-10-20 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin hittast ES-leiðarar á toppfundi í Brússel, og tá verða nýggj revsitiltøk móti Russlandi - sonevndi 19. revsipakkin - helst samtykt, sigur uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas.

Hildið varð, at revsitiltøkini kundu verða samtykt í dag, tá uttanríkismálaráðharrar í ES hittast, men so verður ikki, sigur Kallas.

– Vit vænta at samtykkja 19. revsipakkan hesa vikuna. Tað verður tíverri ikki í dag. Men vit hava enn ein ES-toppfund hósdagin.

Endamálið við revsitiltøkunum er at leggja meira trýst á Russland fyri at fáa frið milum Russland og Ukraina.

Kallas sigur, at royndin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump at fáa frið í Ukraina er kærkomin, men ES sær eingi tekin uppá, at Russland ynskir frið.

– Russar samráðast bert, tá teir verða trýstir til tað. So vit umrøða, hvat meira vit kunnu gera, sigur hon sambært Ritzau.

Nýggju revsitiltøkini snúgva seg m.a. um at banna innflutning av russiskum náttúrugassi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder