ES ætlar at víðka revsitiltøkini móti Russlandi komandi mánaðirnar, sigur uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas.
Við týska blaðið Die Welt, sum Ritzau endurgevur, sigur hon, at revsitiltøkini hjá ES longu hava kosta Russlandi yvir eina billión evur (umleið 7.500 milliardir krónur).
Í heyst verða nýggj revsitiltøk løgd fram, og tað verður mest umfatandi revsipakkin, sum verður lagdur fram, síðan kríggið millum Russland og Ukraina byrjaði í 2022, sigur Kallas.
– Trýstið skal halda fram at vaksa, inntil russar gera ein enda á kríggi sínum.
Kaja Kallas greiðir ikki nærri frá tíðarætlanini ella revsitiltøkunum.
Seinastu revsitiltøkini hjá ES móti Russlandi - 21. revsipakkin - vórðu samktykt í juli. Talan var m.a. um tiltøk, sum raka russiska bankageiran og oljuvinnuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald