Uttanlands

ES-forsetin: Evroparáðið innkallað til eykatoppfund um Grønland

ES-forsetin sigur, at ES-londini stuðla Danmark og Grønlandi

António Costa, ES-forseti og Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna (Mynd: EPA)

António Costa, ES-forseti og Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna (Mynd: EPA)

2026-01-19 09:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein av komandi døgunum fer ES-forsetin, António Costa at kalla inn til eykatoppfund í Evroparáðnum orsakað av spentu støðuna um Grønland, boðar hann frá á sosiala miðlinum X.

Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum á hóttanum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump um at leggja toll á Danmark og sjey onnur evropeisk lond frá 1. februar, eftir at hesi londini hava sent herfólk til Grønlands.

Amerikanski forsetin hevur hildið fast í ætlanum sínum um at yvirtaka Grønland, hóast bæði Danmark og Grønland hava sagt, at Grønland er ikki til sølu, og Trump hóttir nú við at leggja revsitoll á vørur úr øllum londum, sum eru ímóti ætlanum hansara um at yvirtaka Grønland.

Á fundinum í Evroparáðnum luttaka stjórnarleiðarar úr øllum ES-londunum umframt forkvinnan í ES-nevndini.

Eitt embætisfólk í ES sigur, at umhugsað verður at hava fundin við fysiskari uppmøting hósdagin 22. januar, skrivar Ritzau.

ES-londina hava umhugsað eitt felags aftursvar til tollin hjá Trump, og sunnudagin vóru ES-sendiharrar innkallaðir til skundfund. ES-forsetin skrivar, at hann hevur váttað, at ES-londini stuðla Danmark og Grønlandi.

Ónevndar keldur siga við tíðindastovuna Reuters, at ES-sendiharrarnir sunnudagin samdust um fyrst at royna at tosa við Trump og mæla honum frá at áleggja tollin. Semja er tó eisini um at fyrireika eitt aftursvar, um tollurin kemur í gildi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder