Uttanlands

ES fingið freist til 4. juli

Heldur ES ikki sín part av handilsavtaluni, sum varð gjørd við USA í juli í fjør, fer USA at hækka tollin á bilum úr ES

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen á vitjan í Føroyum í 2024 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen á vitjan í Føroyum í 2024 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-08 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri hótti amerikanski forsetin, Donald Trump við at hækka tollin á bilum úr ES úr 15 upp í 25 prosent, tí at ES, sambært Trump, hevur brotið handilsavtaluna við USA. ES hevur nú fingið freist til 4. juli at halda sín part av avtaluni.

Les eisini: Trump boðar aftur frá tollhækking

– Eg bíði við toli eftir, at ES skal halda sín part av søguligu handilsavtaluni, skrivar Trump á sínum egna sosiala miðli Truth Social.

Handilsavtalan bleiv gjørd í juli í fjør - á fundi í Skotlandi millum Trump og ES-nevndarforkvinnuni, Ursula von der Leyen.

Ursula von der Leyen sigur, eftir telefonsamrøðu við Donald Trump hósdagin, at ES hevur gjørt góð framstig fram ímóti at góðkenna handilsavtaluna við USA áðrenn juli.

Bæði Trump og von der Leyen siga, sambært Ritzau, at talan var um eina góða telefonsamrøðu.

Handilsavtalan ásetur ein toll á 15 prosent á flestar vørur úr ES.

Les eisini: Tollhækking fer at kosta Týsklandi milliardir

Freistin hjá ES - 4. juli, er dagurin, har USA hátíðarheldur, at 250 ár eru liðin, síðan USA loysti frá Stórabretlandi og gjørdist sjálvstøðug tjóð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder