ES ætlar sær skjótt at skjóta upp nýggj revsitiltøk móti Iran í kjalarvørrinum á mótmælunum móti prestastýrinum seinastu vikurnar, har yvir 2.500 fólk hava latið lív.
Tað skrivar ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen á X.
– Vaksandi talið á ofrum í Iran er ræðulig, sigur von der Leyen og leggur afturat, at hon fordømir ógvusligu valdsnýtsluna og framhaldandi avmarkingar av frælsinum í landinum.
– Fleiri revsitiltøk móti teimum, sum standa aftanfyri kúganina, verða skotin upp skjótt.
Mótmælini í Iran byrjaðu 28. desember, og sambært mannarættindafelagsskapinum HRANA Í minsta lagi 2.571 fólk latið lív í sambandi við mótmælunum.
Les eisini: Iran: Yvir 2.500 deyð
ES hevur áður sett í gildi revsitiltøk móti fleiri hundrað iranskum embætismonnum fyri at sláa niður á mótmælisrørslur í landinum umframt fyri teirra stuðul av Russlandi undir krígnum móti Ukraina. Iranska kollveltingarverjan er eisini sett á ein revsilista hjá ES orsakað av mannarættindabrotum, skrivar Ritzau.
– Vit standa saman við iranska fólkinum, sum djarvt stríðist fyri frælsi teirra, skrivar von der Leyen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald