Innanlands

Eru komnir langt við spreingingini

Farna vikan var góð

Savnsmynd (Mynd: Teitur Samuelsen)

Savnsmynd (Mynd: Teitur Samuelsen)

2018-10-01 10:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Arbeiðið at spreingja Eysturoyartunnilin gongur væl framá. Seinasta vikan var ein sera góð vika, har 158 metrar vórðu sprongdir.

Nú eru sprongdir 7312 metrar av teimum tilsamans 11.250 metrunum.

Av Hvítanesi vórðu sprongdir 85 metrar, so at nú eru sprongdir 3.566 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini og móti Hvítanesi vórðu sprongdir 45 metrar. Nú eru sprongdir 1171 metrar á tí leiðini. Og frá rundkoyringini og móti Rókini á Eysturoynni vórðu sprongdir 28 metrar. Har eru nú íalt sprongdir 950 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder