Innanlands

Erling Eidesgaard aftur í løgtinginum

Hervør Pálsdóttir hevur fyrrapartin boðað løgtinginum frá, at hon nú fer aftur í barnsburðarfarloyvi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-09 12:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tingfundurin í morgun byrjaði við, at løgtingsforkvinnan last upp brav frá tjóðveldistingkvinnuni Hervør Pálsdóttir, at hon fer í farloyvi frá í dag at rokna. Hon boðar sjálv frá tá hon tekur sæti á løgtingi aftur.

Tað vakti eitt sindur av undran, tá Hervør Pálsdóttir boðaði frá, at hon fór úr barsilsfarloyvi og aftur í tingi meðan lógin um fosturtøka varð til viðgerðar.

Tað málið var sum kunnugt samtykt í farnu viku, og nú hevur tjóðveldiskvinnan tikið avgerð um at fara aftur í farloyvi.

Næsti maður á listanum hjá Tjóðveldi er Erling Eidisgaard, sum settist aftur við tingborðið í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder