Innanlands

Erling Eidesgaard aftur í løgtinginum

Hervør Pálsdóttir er farin í barnsburðarfarloyvi, og tí er Erling Eidesgaard aftur í tinginum

(Mynd: Facebook/Tjóðveldi)

(Mynd: Facebook/Tjóðveldi)

2025-08-28 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hervør Pálsdóttir er farin í barnsburðarfarloyvi, og tí hevur Erling Eidesgaard í dag aftur tikið sæti á løgtingi.

Erling Eidesgaard fer eisini at røkja nevndarsessirnar í Rættarnevndini og Mentanarnevndini, boðar Tjóðveldi frá.

Erling Eidesgaard kom á ting sum triðja varafólk hjá Tjóðveldi, tá núverandi samgonga varð skipað, men tá Dennis Holm í vetur fór aftur í tingið eftir at vera loystur úr starvi sum landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, misti Erling Eidesgaard tingsessin.

Erling Eidesgaard fekk 216 atkvøður á seinasta løgtingsvali.

Les eisini: Hervør Pálsdóttir í barnsburðarfaroyvi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder