Innanlands

Erla Kongsdóttir á Kalsoyarleiðina mánadagin

Sam skal á beding fram til viku 28, og ímeðan tekur Erla Kongsdóttir sær av siglingini á leið 56

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2021-06-25 19:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin 28. juni fer Sam á beding fram til viku 28, og í hesum tíðarskeiðnum fer Erla Kongsdóttir at røkja siglingina á leið 56.

Siglt verður eftir galdandi ferðaætlan, meðan Sam er á beding, og Erla kann taka akfør við, skrivar Strandferðslan, sum vísir til bilraðirnar á Syðradali og í Klaksvík.

Ternan ger eisini farmatúrar hvønn týsdag og hósdag, og siglt verður av Klaksvík klokkan 11 og av Syðradali klokkan 13.

Erla Kongsdótti siglur túrarnir av Havnini klokkan 12.30 og úr Nólsoy klokkan 13 á leið 90 týsdagar og hósdagar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder