Trúboðin.fo: Nemuel Babba, fyrrverandi erkabiskupur í Nigeria, verður mánadagin borin til sítt seinasta hvíldarstað í kirkjugarðinum í Rituvík, sum er heimbygdin hjá konu hansara, Kaju, og har tey hava búð hetta síðsta hálva árið.
Fyri góðum tveimum vikum síðani bórust deyðsboðini av Nemuel Babba, sum var fyrrverandi erkabiskupur í Nigeria og giftur við Kaju Nemuel úr Rituvík, fødd Lamhauge. Heilsa hansara hevði bilað tað nógva av einum ári, og tá ið Kaja og hann vóru yviri í USA og vitjaðu tveir av synum sínum, fekk hann staðfest krabbameinssjúku.
Hjúnini Kaja og Nemuel Babba
Tey fluttu heim til Føroya, har tey búsettu seg í barnaheimi hennara í Rituvík. Nemuel kom undir læknahond bæði her og niðri í Danmark, men heilsustøðan versnaði so líðandi, og eftir longri sjúkralegu andaðist hann í heiminum mánakvøldið 24. novembur, 72 ára gamal. Eftir hann sita konan Kaja, tríggir synir, tríggjar verdøtur og átta abbabørn.
Jarðarferðin verður mánadagin 15. desembur klokkan 12 og verður stroymd um heimasíðuna hjá fólkakirkjuni, folkakirkjan.fo, og sum skilst, rokna tey í Nigeria við, at fleiri túsund kirkjufólk har fara at fylgja við stroymingini, nú fyrrverandi erkabiskupur teirra verður borin út.
Meira kann lesast á trubodin.fo her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald