
Føðingardagskortið, sum Donald Trump eftir øllum at døma skal hava sent nú deyða vinnulívsmanninum og kynsbrotsmanninum, Jeffry Epstein í sambandi við, at hann fylti fimmti, spøkir enn.
Kortið – og myndin – hava higartil einans verið lýst við orðum.
Men nú er ein mynd kunngjørd. Tað hendi í gjárkvøldið i sambandi við at demokratar í umboðsfólkatinginum, sambært CNN, almannakunngjørdu fleiri skjøl úr búnum eftir Jeffrey Epstein.
Myndin, sum helst ein tekning av einum kvinnukroppi, og einum ‘kryptiskum’ teksti, hevur eitt nú verið at sæð á sosiala miðlinum X.
- Her tað: Vit fingu fatur í føðingardagsheilsanina hjá Trump til Jeffrey Epstein, sum forsettin segði ikki var til.
- Trump tosar um eitt ‘undurfult loyndarmðal’, sum teir báðir hava saman. Hvat fjalir seg í hesum? Leyslatið skjølini, skriva demokratarnir í umboðsfólkatinginum á X.
Donald Trump og Hvítu húsini hava sagt, at alt, ið hevur verið sagt viðvíkjandi hesi føðingardagsheilsanini er eitt svik – ‘hoax’ – sum demokratarnir standa aftan fyri.
Tað er henda myndin av tí yvir 20 ára gomlu føðingardagsheilsanini, sum er deild á sosiala miðlinum X:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald