
Politiið kannar framvegis málið um Pedro Enrique Moreno Hentz, sum varð eftirlýstur í gjárkvøldið.
Hann var seinast sæddur í Miðvági umleið klokkan 10 mikudagin tann 3. september.
Pedro Enrique Moreno Hentz er 180-190 cm høgur, vanliga bygdur, hevur ljósa húð, stutt grátt hár og skegg. Hann var í svørtum vatteraðum jakka, myrkagráum buksum og gráum og hvítum skóm. Hann var í svørtum keppi og bar svartan ryggsekk á bakinum.
Politiið ynskir at hoyra frá fólki, sum kunnu hava sæð hann millum kl. 10 og 12.30. Til ber at venda sær til politiið á telefon 351448.
Leiting hevur eisini verið við Leitisvatn og Bøsdalafoss í nátt og í morgun. Ryggsekkur hansara varð funnin í Mykinesfirði seinnapartin í gjár.
Politiið hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald