placeholder
Innanlands

Enn fleiri avlýsingar hjá Smyrli

Veðrið ávirkar ferðingina hjá suðuroyingum

2018-12-17 12:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Strandfaraskip Landsins mátti um vikuskiftið avlýsa túrar hjá Smyrli vegna veður, og nú verða enn fleiri avlýsingar.

SSL boðar frá á heimasíðuni, at vegna vánaliga veðurforsøgn fyri í morgin, verða túrarnir úr Tórshavn klokkan 13 og av Krambatanga klokkan 15:30 ikki sigldir.

Í morgin siglir Smyril sostatt av Krambatanga klokkan 7:00 og úr Tórshavn klokkan 18:30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder