Uttanlands

Enn eitt lík handað ísraelska herinum

Hamas sigur tað vera torført at finna líkini av øllum gíslunum

Akfør hjá Reyða Krossi á veg úr Gaza býi við líkunum av tveimum ísraelskum gíslum (Mynd: EPA)

Akfør hjá Reyða Krossi á veg úr Gaza býi við líkunum av tveimum ísraelskum gíslum (Mynd: EPA)

2025-10-18 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski herurin sigur seg hava móttikið likið av enn einum deyðum gísla, sum palestinska Hamas-rørslan hevur handað Reyða Krossi.

Tað var seint í gjárkvøldið, at Hamas boðaði frá, at líkið av gislinum fór at verða handað ísraelum. Talan sigst at vera um eitt lík, sum varð funnið sama dag, skrivar Reuters.

Ísrael hevur lagt trýst á Hamas fyri at fáa allar gíslarnar aftur, eisini teir deyðu. tað er partur av avtaluni um vápnahvíld, sum kom í gildi fríggjadagin í farnu viku. Sambært Hamas er tó torført at finna líkini av øllum gíslunum.

Teir 20 gíslarnar, sum framvegis vóru á lívi, eru leyslatnir, og Ísraelski herurin hevur harafturat fingið líkini av níggju deyðum gíslum. Enn manglar Ísrael tó at fáa líkini av 19 deyðum gíslum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder