2023-09-08 17:10

Fólk í aldrinum 65 ár og eldri, og fólk, ið eru úsett fyri at gerast álvarsliga sjúk, kunnu frá 1. oktober blíva koppsett í Danmark, ímóti koronu og influensu.
Sambært heilsumálaráðnum í Danmark, er koppingarevnið serliga ætlað fólkum við kroniskari lungasjúku, diabetikarum og barnakonum.
Heilsumálaráðið viðmælir øllum teimum, ið eru í vandabólki at fáa sær hetta koppingarevnið. Hetta er tí, at roknast kann við størri smittu spjaðing, tá farið verður inn í vetrarhálvuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald