Innanlands

Enn ein smittaður í gjár

Talið av fólkum, ið eru ella hava verið smittað í Føroyum er nú komið upp um 500

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-30 10:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein nýggjur tilburður av korona varð staðfestur í kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. 

Tann smittaði er partur av einari smittuketu, sum landslæknin fylgir. Viðkomandi er avbyrgdur, og landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 159 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 167.731 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 503 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 498 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru fimm persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder