Innanlands

Emma Jacobsen er KÍ leikari nr. 100

Emma Jacobsen hátíðarhelt sín 100 ára føðingardag fríggjadagin

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2018-10-01 12:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føðingardagurin varð hildin í matarhøllini á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Emma hevur seinastu árini búð á Norðoya Røktarheimi, sum er staðsett á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Monika Ziska, deildarleiðari á Norðoya Røktarheimi bjóðaði vælkomin og harumframt hildu Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum og Jógvan Skorheim, borgarstjóri røður.

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Millum gestirnar var eisini Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum í hesum høpi mintist aftur á gamlar dagar í Búðunum, har hann vaks upp sum barn, og hevði góð minnir um Emmu og familjuna í Búðunum, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.

Røður og sangur settu ein heilt serligan dám á hátíðarløtuna, men frøin á Emmu kom veruliga til sjóndar, tá hon pakkaði gávuna frá KÍ leikarunum upp, sum var ein KÍ blusa við hennara navni á. Við undirskriftum á bakinum á blusuni, varð Emma eisini heiðra av øllum KÍ leikarunum, sum sjálvandi høvdu givið henni nr. 100 á bakið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder