Mentan

Elverkið í Botni er opið á Ljósfest

Elverkið er opið leygardagin 13. august millum klokkan 14 og 17

2022-08-03 20:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við mentanardagin Ljósfest, hevur SEV opið fyri almenninginum á elverkinum í Botni.

Tað var tann 18. juli 1921 at elverkið í Botni varð tikið í nýtslu, og tað var eisini í hesum sambandi, at upprunaliga Ljósfestin bleiv skipað í Vági. hetta sama árið.

Í fjør varð skipað fyri Ljósfest í Vági í sambandi við, at elverkið í Botni gjørdist 100 ár. 

Og tá blivu høli í elverkinum ruddað og gjørd soleiðis, at SEV kundi vísa fram gamlar lutir frá 100 ára gomlu søguni hjá elverkinum. Hesi høli og nógvu lutirnir kann almenningurin síggja, tá SEV hevur opið hús á Ljósfestini. Vegurin til Botn bleiv eisini asfalteraður í fjør, so gott er at koyra oman í Botn.

Elverkið er opið leygardagin 13. august millum klokkan 14 og 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder