Innanlands

Elsa Berg fekk 1751 undirskriftir móti kirkjuni á Argjum

Umboð fyri áhugabólkin "Varðveitið fríøkið við Sandá" hava í dag handað borgarstjóranum Elsu Berg undirskriftir. Málið er aftur fyri í býráðnum hósdagin

Elsa Berg, borgarstjóri í Torshavnar kommunu (Mynd: Urd Johannesen / Varðveitið fríøkið við Sandá)

Elsa Berg, borgarstjóri í Torshavnar kommunu (Mynd: Urd Johannesen / Varðveitið fríøkið við Sandá)

2025-05-21 23:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag hava umboð fyri áhugabólkin 'Varðveitið fríøkið við Sandá' handað borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Elsu Berg undirskriftirnar ímóti nýggju kirkjuni á Argjum.

- 493 persónar hava skrivað undir pappírslistarnar og 1258 á talgildu innsavningina. Tilsamans 1751 persónar hava skrivað undir, og til samanberingar er hetta væl meiri enn nakar politikari fekk av stemmum til seinasta kommunuval, skrivar Urd Johannesen á Facebooksíðuni "Varðveitið fríøkið við Sandá".

- Stóra takk til øll tykkum, ið hava lagt navn til og stuðlað varðveitsluni av fríøkinum, skrivar Urd Johnanesen.

Í morgin hósdagin 22. mai, verður byggiloyvið aftur á skrá á býráðsfundinum klokkan 16.

Áhugabólkurin heitir á áhugaði at møta fjølment upp til fundin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder