Uttanlands

Elon Musk ætlar ikki at lata seg koppseta fyri korona

– Eg eri ikki í vanda, og tað eru børn mín heldur ikki, sigur Tesla-stovnarin

Elon Musk (Savnsmynd)

Elon Musk (Savnsmynd)

2020-09-30 15:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski íverksetarin og Tesla-stovnarin, Elon Musk sigur, at verður eitt koppingarevni tøkt móti koronasmittuni, ætlar hann ikki at lata seg koppseta, og tað sama verður galdandi fyri børn hansara.

– Eg eri ikki í vanda, og tað eru børn míni heldur ikki, sigur hann í samrøðu við New York Times tíðindakvinnuna Kara Swisher.

Eisini sigur hann, at hann ikki heldur tað vera rætt at biðja fólk um at halda seg heima. Heldur skulu tey, sum eru í vandabólki bara vera í sóttarhaldi, "til stormurin er av".

Tá víst varð á møguleikan fyri, at fleiri fólk fara at doyggja, var svarið hjá honum: Øll doyggja.

Spurningurin er, heldur hann, hvat loysir seg best í eini støðu, har eingin vinnur, sum hendan farsóttin er.

Elon Musk er nummar trý á listanum yvir ríkastu fólkini í heiminum, sambært Bloomberg, og hann er kendur fyri at hava kontroversiellar meiningar.

M.a. skrivaði hann á Twitter í vár, at boðini til fólk um at halda seg heima vóru eitt slag av húsarrest.

Um eitt av starvsfólkum hansara segði, at tey settu familju í vanda við at fara til arbeiðis, hevði hann bert biðið tey verið heima, segði hann. Hann vildi tó einki siga, um, hvørt hann hevði kent seg noyddan at senda teimum heim við løn, skrivar CNN.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder