Innanlands

Video: Elmar stríðist við krampar – við gott mót kortini

Nú er ”bert” síðsti maratonteinurin eftir at renna

2019-06-13 12:18 Author image
Ingi Samuelsen

Barnalæknin Elmar Ósá er í ávísum trupulleikum nú. Eftir at hava svomið 7,6 kilometrar, súkklað 360 kilometrar og runnið fyrsta av tveimum maraton-teinum, byrjar møðin at merkjast.

Hann stríðist á strekkinum aftur og fram millum Kaldbaksbotn og Kaldbak, og tá Portalurin hitti Elmar beint áðrenn hann hevði runnið fyrsta maraton-teinin, lat hann ikki so heilt væl at.

Beinini eru við at sýrast, og hann merkir eisini krampar. Tí má hann ganga inn í millum, so tað er ikki renning allan vegin.

Men, sum skilst, eru ongar ætlanir um at gevast, og eftir ætlan hevur hann runnið og gingið teir 84 kilometrarnar og harvið framt tvífaldan jarnmann einaferð í kvøld. Seinastu metrarnir verða eftir ætlan runnir á Tórsbreyt, har skipað verður fyri hátíðarhaldið, tá hann kemur á mál.

452 kilometra langi túrurin byrjaði í svimjihøllini í Gundadali tíðliga gjáramorgunin. Eftir svimjitúrin fór hann út á langa súkklutúrin, sum var liðugur tíðliga í morgun. Hann øtlaði vindin nakað í gjárkvøldið og í nátt, og hetta var ein stór forðing hjá Elmari, sum var noyddur at brúka nógv fleiri kreftir upp móti ættini, enn ynskiligt er.

Elmar Ósá ger bragdið fyri at stuðla Autismufelagnum. Til ber at stuðla við at seta eina upphædd inn á kontuna 6460-1586787 í BankNordik. 

[object Object]
Mynd: Jens Kr. Vang

 

placeholder
placeholder