Mentan

Elinborg spælir á G!

Enn eitt føroyskt tónleikanavn er komið á listan hjá G! festivalinum

Elinborg á G! festivalinum í fjør (Mynd: Filippo de Dionigi / G! Festival)

Elinborg á G! festivalinum í fjør (Mynd: Filippo de Dionigi / G! Festival)

2024-03-07 11:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í ár verður høvi at hoyra dugnaligu lokalu songkvinnuna, Elinborg, á G! Festivalinum í Syðrugøtu. Hetta kunngerð festivalurin í dag.

Festivalurin skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

- Tað er altíð gleðiligt, tá ið fólk koma heim.

- Elinborg er uppvaksin í Syðrugøtu, og bygdagentan, sum í dag nemur sær tónlistarliga útbúgving uttanlands, kemur heim at spæla á G!.

- Góð hevur hon altíð verið, men legg til merkis á hennara útgávum, hvussu skjótt hon mennist og at hon í dag er ein heilt ómetaliga góð songkvinna.

Festivalurin nevnir framførslurnar hjá Elinborg á Iceland Airwaves herfyri, tá hon tók øll fullkomuliga á bóli í einum fullsettum spælistaði.

- Fólk vóru so bergtikin, at tey komu aftur á konsert dagin eftir, at uppliva hesa serstøku framførslu enn einaferð.

Sjey føroysk nøvn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G!, har onnur føroysk kunngjørd nøvn higartil eru Alias Morera, Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivør. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder