 
                
            Í dag útgevur songkvinnan Elinborg sína fyrstu heildarútgávu, ið ber heitið 'Í Ævir'.
Útgávan inniheldur 10 føroysk løg, ið Elinborg hevur sett orð og lag til. Per I. Højgaard Petersen hevur framleitt útgávuna.
– 'Í Ævir' vitjar nýggjar ljóðheimar, hon speglar mítt lív, mínar royndir og tær kenslur, ið hava myndað meg. At halda útgávuni í hondini fyri fyrstu ferð er ein serlig kensla, og eg eri ótrúliga takksom til øll, ið hava verið við mær á hesi ferð, sigur Elinborg í tíðindaskrivi.
Elinborg er júst komin heim eftir eina langa konsertferð við Eivør og Asgeir, har tey hava verið burtur í seks vikur, og spælt heili 31 konsertir runt í Evropa.
– Eg var so heppin, at hava plátuna við á konsertferð, so øll, ið komu á konsert, høvdu møguleika at keypa útgávuna, áðrenn hon kom út. Hetta riggaði ótrúliga væl, og plátan er næstan útseld nú. Til konsertina í verður í Mentanarhúsinum leygarkvøldið, eru bert 14 fløgur, og 11 vinylir eftir, so um man ynskir eitt eintak av 'tour special edition' plátuni, má mann skunda sær at keypa, sigur Elinborg 
flennandi.
Næst á skránni fyri Elinborg er Mexico City, har hon fer at spæla tríggjar konsertir í November.
– Eg eri ótrúliga spent at sleppa til Mexico við mínum tónleiki. Hetta er í samstarv við FMX (Faroese Music Export) og er ein møguleiki fyri meg, at sleppa presentera mín tónleik fyri uppaftur fleiri lurtarum. Eg haldi eisini, at tað er ótrúliga spennandi at sleppa ferast so langt við føroyskum tekstum, sigur hon.
- Tað er sera umráðandi fyri meg at skriva á føroyskum, bæði tí eg haldi okkara mál er sera vakurt, men eisini tí eg haldi tað er sera spennandi at taka føroyska málið við út í heim, so tey, sum ikki skilja málið, kunnu skapa teirra egnu myndir og kenslur til tónleikin.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald