2026-02-05 07:50
Beint fyri klokkan 19 í gjárkvøldið, var sløkkiliðið í Havn boðsent til ein eldsbruna á Boðanesheiminum.
Tað vísti seg, at eldur var kyknaður í eina uppvaskimaskinu. Eldurin var tíbetur ikki størri enn so, at hann kundi sløkkjast við einum eldsløkkjara.
Alt bendir á, at okkurt hevur verið galið við elekstrisku installasjónini í maskinuni, og tað verður nú kannað nærri, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald