Innanlands

Eldur kyknaði í bili við Leirvíkstunnilin

Sløkkiliðið fór frá venjing í Norðoyatunlinum til veruleika í Leirvíkstunlinum. Eingin mansskaði stóðst av hendingini

(Mynd: Eysturoyarportalurin)

(Mynd: Eysturoyarportalurin)

2025-09-23 22:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan umleið hálvgum níggju í kvøld kom eldur í ein persónbil beint uttanfyri Leirvíkstunnilin, Norðagøtumegin.

Førarin slapp úr bilinum, og eingin mansskaði var.

Eysturoyarportalurin skrivar, at tað gekk skjótt at sløkkja eldin, men nógvur roykur stóðst av eldinum, og tunnilin var stongdur í umleið ein tíma.

Stór venjing var í Norðoyatunlinum, og hon var liðug júst sum hetti hendi. Tí var sløkkiliðið skjótt á staðnum.

Fleiri myndir síggjas tá eyp.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder