2026-02-12 08:20
Tað var døgurin, ið varð gloymdur á konfýrinum, sum var orsøk til ógvusliga eldsbrunan á Sevmýru á Tvøroyri 29. januar.
Ein eldri maður, sum var einsamallur í húsinum, hevði sett sær døgurða útá, men gloymdi tað aftur. Tá hann kom í køkin, stóð eldur úr grýtuni. Tað eydnaðist honum at køva eldin við at leggja lok á.
Men tá hevði eldurin longu fest í roykkápuna og var farin millum skins og hold, upplýsir løgreglan í dag.
Húsini stóðu ikki at bjarga, og brendu nærum í grund.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald