2020-05-15 14:18

Klokkan 17 í gjár varð boðað frá, at eldur var komin í eina gravmaskinu í Havn.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at eingin arbeiddi við maskinuni, tá eldur kom í, men hon hevði verið í brúk fyrr á degnum, og eisini hevði onkur verið og arbeitt uppá maskinuna.
Eldur kom brádliga í, og enn er ógreitt, hví hetta hendi. Málið verður kannað nærri, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald