Innanlands

Eldur í farmaskipi á Íslandsrygginum

Skipið Vestland, ið siglir undir donskum flaggi, var á veg til Íslands, tá tað hendi – Tamarhald fekst tó skjótt á støðuna, og Brimil fylgir nú skipinum, sum er á veg á Fuglafjørð

Brimil (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Brimil (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2020-11-28 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldð fekk MRCC boð um, at eldur var í maskinrúminum á skipinum Vestland, sum siglir undir donskum flaggi.

Skipið var á veg til Íslands úr Ongland, tá tað hendi, skrivar heimasíðan hjá Vørn.

MRCC gav beinanvegin boð um at gera bjargingartyrluna klára, Brimil fekk boð um at sigla á leiðina, og íslendska bjargingartænastan varð eisini kunnað.

Manningin á Vestland fekk tó sjálv tamarhald á støðuni, og tyrlan varð tí avlýst.

Brimil fylgir skipinum, sum er á veg á Fuglafjørð við egnari hjálp. Sjey mans eru við Vestland, og allir hava tað gott.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder