2026-08-15 10:58
Í gjárkvøldið varð boðað frá, at eldur var komin í ein bil á Velbastaðhálsi.
Eldurin kyknaði brádliga í motorrúminum á bilinum, meðan hann koyrdi.
Tvey fólk vóru í bilinum, men tey sluppu úr uttan nakran skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at talan var um ein dieselbil.
Løgregla og sløkkilið komu á staðið og fingu sløkt eldin, og síðani varð bilurin burturbeindur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald