Innanlands

Eldsbruni í sethúsum í Hoyvík

Nógvur útrykningur var í høvuðsstaðnum og Hoyvík fyrr í kvøld. Eingin fólkaskaði var

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-17 22:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var um níggju tíðina í kvøld, at løgreglan fekk eina fráboðan um eld í sethúsum í Hoyvík.

Tamarhald er á støðuni og eingin fólkaskaði stóðst av hendingini.

Sum vanligt er í slíkum førum, so senda vit alt avstað, men tamarhald er á støðuni, og tað, sum skuldi sløkkjast, er sløkt, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í kvøld, sum annars ikki fær sagt so nógv um hendingina.

Sløkkiliðið er framvegis á staðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder