Innanlands

Eldraráðsvalið í høvuðsstaðnum endar mánadagin

Freistin at atkvøða á eldraráðsvalinum í Tórshavnar kommunu er mánadagin 15. desember kl. 16

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-14 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasti møguleiki at greiða atkvøðu áeldraráðsvalinum í Tórshavnar kommunu er í morgin, mánadagin 15. desember klokkan 16.

Tey, sum hava valrætt, eru tey, sum eru 60 ár ella eldri og búsitandi í Tórshavnar kommunu. Til ber m.a. at atkvøða talgilt á Vanganum.

14 valevni bjóða seg fram. Tey eru:

  • Annemi L. Joensen
  • Bergljót av Skarði
  • Bjørn Elison
  • Bozena Rasmussen
  • Did Nicolajsen
  • Ejler Johannesen
  • Fríðálvur A. Jensen
  • Ingrid S. Henriksen
  • Jens Petur Jensen
  • Jóhan Carl Dam
  • Leivur Hansen
  • Lissi Hansen
  • Marin Rasmussen
  • Marjun Poulsen

Sambært Tórshavnar kommunu verður valúrslitið væntandi greitt umleið klokkan 21 í annaðkvøld. Meira kunning um eldraráðsvalið sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder