Uttanlands

El-drivið flogfar ger royndarflúgvingar í Danmark

Floghavnin í Kastrup fær í dag á fyrsta sinni vitjan av slíkum flogfari

(Mynd: BETA Technologies)

(Mynd: BETA Technologies)

2025-07-10 08:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag fer eitt eldrivið flogfar fyri fyrstu ferð at lenda í stóru floghavnini í Kastrup.

Talan er um eina royndarútgávu av amerikanska flogfarinum Beta ALIA CX300, sum fer at flúgva lágt yvir einari av flogbreytunum – gera eitt sokallað lowpass – fyri síðan at lenda og koyra inn til gamla terminalin á floghavnini í Kastrup, skrivar check-in.dk.

Harvið fáa flogáhugað góðar møguleikar fyri at síggja hetta heilt serliga flogfarið, ið væntast klokkan 11 danska tíð. Og sum so ofta fyrr, so er besta stað at eygleiða flogfarið við Flyvergrillen, verður sagt.

Flogfarið kemur úr Sønderborg Lufthavn, har tað hevur steðgað á á túrinum úr Paris, har flogfarið hjá BETA Techonologies var partur av Paris Air Show í juni.

Føroyingurin Jákup Sverri Kass er stjóri í Sønderborg Lufthavn, og hann hevur sagt við danskar miðlar, at hann sær stórar framtíð í hesum smáu el-drivnu flogførunum.

[object Object]Elrikna flogfarið á flogbreytini í Sønderborg (Mynd: dr.dk)

Beta ALIA CX300-testflogfarið hevur eitt veingjabreiði á 15 metrar, og kann taka fimm ferðafólk og farm. Mesta ferðin er 280 kilometrar um tíman, og flogfarið kann røkka 620 kilometrar. Flogtúrurin millum Sønderborg og Kastrup er umleið 200 kilometrar. Løðingin av flogfarinum kann gerast upp á undir ein tíma.

BETA Technologies hevur høvuðsstøð í statinum Vermont. Fyritøkan mennir eitt sokalla eVTOL-flogfar, ið kann fara frá og seta seg loddrætt, og eitt eCTOL-flogfar, sum er eitt vanligt flogfar, og tað er hetta síðstnevnda, sum kemur til Keypmannahavnar í dag.

BETA Techologies varð stovnað í 2017 og hevur í dag yvir 800 starvsfólk. CX300 flogfarið fekk flogloyvi frá amerikansku loftmyndugleikunum, FAA, í fjør. Fyrsta royndarflúgvingin nakrantíð við einum el-drivnum flogfari fór fram í juni í fjør.

Eftir vitjanina í Kastrup, fer flogfarið víðari til Norets har tað skal gera nakrar royndarflúgvingar millum Stavanger-Sola og Bergen-Flesland, skrivar check-in.dk.

Í Noregi eru stórar ætlanir um at brúka hetta slagið av flogførum til innanríkis farmaflúgving.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder