Mentan

Eivør: - Vakurt, rørandi og lívsjáttandi

Á sosialu miðlum sínum staðfestir songkvinnan, at øll tey ungu í "Hoydalar" rørdu hana við "teirra heilt egnu tulkingum og innlivan"

At tey ungu vóru heldur

At tey ungu vóru heldur "starstruck", og at Eivør fegnaðist um útsetingarnar, var týðiligt - sendingin hevur eisini aftur fingið stórt rós á sosialu miðlunum og aðrastaðni (Mynd: Eivør/KVF)

2026-02-21 11:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað er vakurt, rørandi og lívsjáttandi, at hoyra tykkum vøkru ungu menniskju tulka føroyskar sangperlur. Fyri meg ein heiður at sleppa at vera ein partur av hesum. Eg havi notið, at sæð hesar sendingarnar.

Hetta staðfestir Eivør á sosialu miðlum sínum, stutt eftir at hon sjálv var við í triðja parti av vælumtóktu sjónvarpsrøðini "Hoydalar".

42-ára gamla syðrugøtukvinnan var stjørnan, sum teir seks spírarnir skulu tulka. Ein ovurhonds stór uppgáva, ið Anna Lovisa, Bjarki Emma, Filip, Jóhanna og Sophilia tó loystu ógvuliga væl. 

- Tit rørdu meg øll somul við tykkara heilt egnu tulkingum og innlivan, og tað er so vakurt at síggja, hvussu tit eisini stuðla hvørøðrum, leggur Eivør dent á.

Sí eisini: Sophilia og hini spírarnir hugtóku Eivør (Video)

[object Object]Undir Wall of Silence-framførslu hjá Sophilu - hetta fekk Eivør at siga, at unga songkvinnan hevði "star power", og sá út til at hava framført í eini tjúgu ár 

[object Object]Stóra tónleikanavnið var ofta bergtikin (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / KvF)

At tey ungu vóru heldur "starstruck", og at Eivør fegnaðist um útsetingarnar, var týðiligt - sendingin hevur eisini aftur fingið stórt rós á sosialu miðlunum og aðrastaðni.

Eivør Pálsdóttir endar við takka øllum fyri tær vøkru framførslurnar - og Kringvarpinum fyri at "geva okkara ungu spírum ein pall".

Les eisini: Eivør skal framføra í ellivu londum á summarferð sínari

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder