
- Landsins myndugleikar hava havt góða tíð at finna eitt hóskiligt avloysaraskip fyri Smyril, men kortini hava teir enn einaferð valt at seta inn eitt skip, sum er bæði minni og seinni enn Smyril. Hetta kann ikki góðtakast og verður staðiliga átala.
Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, sum í skrivi í dag ger vart við støðuna á Suðuroyarleiðini, nú Smyril fer í dokk í 8-10 vikur.
Ferjan Galaxy er leigað inn sum avloysaraskip, og sambært borgarstjóranum á Tvøroyri er tað alt annað enn gott og eitt afturstig.
- Innsetanin av Galaxy sum avloysaraskip fyri Smyril setur Suðuroy aftur til eitt ferðslu- og samferðslustig, sum minnir um 1970’ini – og sum als ikki svarar til tørvin í dag. Suðuroyingar verða í verki gjørdir til gíslar í egnum landi, avbyrgdir og skerdir í møguleikum at kunna luttaka javnbjóðis við aðrar føroyingar í øllum virksemi og tænastum, sum annars eru atkomulig í hesum landi.
Galaxy og Smyril við bryggju á Krambatanga (Mynd: Tvøroyrar kommuna)
At Galaxy røkir Suðuroyarleiðina hevur við sær, at túratalið er minkað úr 18 niður í 14 dupult túrar um vikuna. Skipið tekur umleið 350 ferðafólk og 140 akfør í mun til SMyril sum hevur pláss fyri 972 ferðafólkum og fleiri enn 220 persónbilar.
- Dokking av Smyril er fyrireikað fleiri ár frammanundan, og tí eigur tað at verða sjálvsagt, at eitt skip á javnbjóðis støði við Smyril verður sett inn sum avloysari. Kortini velur landið at leiga eitt skip, sum er munandi minni og seinni – og sum als ikki nøktar tørvin. Støðan er ikki minni hugstoytt, tá tað í 2024 stóð landinum í boði at keypa sponsku ferjuna Volcán de Taburiente til Suðuroyarleiðina – eitt skip á sama støði sum Smyril – men landið valdi ikki at taka av tí møguleikanum, sigur Kristin Michelsen.
- Okur krevja, at landsins leiðsla tekur ábyrgd og tryggjar Suðuroynni eina samferðslu, sum svarar til tørvin í dag – við áheitan um, at hetta er seinastu ferð at eitt minni skip enn Smyril avloysir, tá Smyril skal í dokk. - Okur síggja longu nú áðrenn Galaxy er byrja úr at sigla - óhepnu avleiðingarnar av støðuni. Ferðaseðlar til persónbilar eru útseldur 14 dagar fram í tíð, sigur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald