Innanlands

Eitt árs fongsulsrevsing fyri neyðtøku

Varð ákærdur fyri tvær neyðtøkur, men fríkendur fyri tað einu. Eina kvinnan fær bert endurgjald fyri einar buksur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-07-05 20:17 Author image
Sverri Egholm

Ein 24 ára gamal maður hevur í vikuni verið í Føroya rætti, har hann hevur verið ákærdur fyri at hava neyðtikið eina kvinnu í einum kliva umborð á Nørrønu eina februarnátt í 2017, og fyri at hava neyðtikið eina aðra kvinnu í einari íbúð í Havn eina marsnátt í 2018.

Dómarin fríkendi mannin fyri neyðtøkuna í 2018 í Havn, men dømdi mannin fyri harðskap móti kvinnuni beint eftir neyðtøkuna. Tað veit Útvarpið at siga. Maðurin er eisini dømdur fyri at hava framt harðskap móti kvinnuni og at hava sent henni tvær vinarumbønir á Snapchat í fjør, hóast hann hevði tilhald fyri at seta seg í samband við hana.

Dómarin gav honum eitt árs fongsulsrevsing.

Verjin hjá manninum kravdi frídøming í báðum førum, tí maðurin er púra sannførdur um at hann er ikki sekur í hesum. Enn er ikki greitt um dómurin verður kærdur, maðurin hevur biðið um tíð at umhugsa dómin.

Útvarpið sigur, at sambært dóminum skal maðurin rinda kvinnuni fyri 42.000 krónur. Hin kvinnan, sum maðurin varð fríkendur fyri at hava neyðtikið fær bert endurgjald fyri einar buksur.

 

placeholder
placeholder