Mentan

Eitrandi soppar frá franska meistaranum François Ozon

Mikudagin 22. oktober vísir Filmsfelagið franska filmin Heyst í Bourgogne (Quand vient l'automne)

2025-10-16 07:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 22. oktober klokkan 20 vísir Filmsfelagið franska filmin Heyst í Bourgogne (Quand vient l'automne) hjá filmsleikstjóranum François Ozon (f. 1967).

Hvør skuldi trúð tí, at hin ídnasti franski filmsleikstjórin, François Ozon, nú eltir ta slóð, ið spanski Almodóvar hevur lagt eftir seg í evropeiskari filmslist.

Júst tað síggja vit í nýggja filminum ”Heyst í Bourgogne”, sum Filmsfelagið vísir mikudagin.

Aldrandi Michelle tekur sær av løttum á bygd í Bourgogne, har vinkonan Marie-Clade eisini býr. Tá dóttirin, Valérie, sum býr í París, kemur á gátt við soninum Lucas, semjast tær um, at hann skal vera her hjá ommuni, nú skúlarnir í stórbýnum halda heystfrí.

Tá hendir tað, at Michelle borðreiðir við eitrandi soppum afturvið matinum. Valérie ernast skjótt, men torir ikki at lata sonin verða eftir hjá ommuni. Michelle kennir seg bæði seka og einsama. Men so verður fongslagði sonur vinkonuna, Marie-Claude, latin leysur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder