
Fyrsta málið á løgtingsskránni í dag var onnur viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um at geva Húsalánsgrunninum (Bústaðir) ræðið á bygninginum Eirargarður 2 í Tórshavn.
Talan er um verkætlan, sum snýr seg um at gera millum 43 og 55 lestrar- og ungdómsbústaðir í niðasta blokkinum á Eirargarði. Hetta eru skrivstovurnar í stóra bygninginum tætt við Landssjúkrahúsið.
Javnaðarflokkurin og Margit Stóra, landsstýriskvinna, halda, at bygningurin er væl egnaður til ungdómsbústaðir og hevur harafturat góða staðseting í mun til lestrarumhvørvi og annað virksemi í býnum.
Hetta halda nógv onnur eisini. Til aðru viðgerð í dag var full semja um at gera Eirargarð til lestraríbúðir.
Hetta skal staðfestast til triðju viðgerð, sum verður um tvær vikur, 25. september. Tá skal avgerðin staðfestast, so farast kann undir arbeiði.
Tað verður almenna felagið Bústaðir, sum fremur ætlanina, og í hesum sambandi skal Bústaðir eftir ætlan hava ræðið yvir Eirargarð 2 í óavmarkaða tíð, skrivar Javnaðarflokkurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald