2026-02-04 10:46
Fleiri fólk í Klaksvík uppliva nú, at tey einki vant hava - ella í besta føri hava avmarkað trýst á.
Hetta er galdandi fyri øll, sum búgva á eystursíðuni í Klaksvíkini.
Kommuna upplýsir á heimasíðunni, at neyðugt hevur verið at latið aftur fyri vatnleðingini á Grønabóli í Klaksvík.
- Hetta ávirkar alla eystursíðuna í Klaksvík, har nøkur missa vatnið heilt ímeðan onnur koma at uppliva avmarka trýst á vatnleiðingina.
Ógreitt er, júst hvat er hent, og óvist er eisini, nær vatnið kemur aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald