2026-01-09 14:09
Dómarin las úrskurðin upp í Føroya rætti fyri løtu síðan.
Sakarmálið sum fimm kommunustýrislimir í Runavíkar kommunu hava reist ímóti Fíggjarmálaráðnum, fær steðgandi virknað.
Sostatt verður einki umval í Runavík týsdagin 13. januar.
Fíggjarmálaráðið hevði onga viðmerking um avgerðin verður kærd. Tey fara nú at nærlesa dómin.
Meira um eina løtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald