Innanlands

Einki misálit á tingi í dag

Rigmor Dam kann halda føðingardag uttan misálitishóttan

Rigmor Dam

Rigmor Dam

2018-12-18 16:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður einki uppskot um misálit lagt fram á tingi í dag. Og sostatt kann Rigmor Dam, landsstýriskvinna við mentamálum, ið hevur føðingardag í dag, halda sín 47 ára føðingardag uttan hóttanir um at missa landsstýrissessin.

Tað er ein sannroynd, at andstøðuflokkarnir á tingið bæði í gjár og í dag hava arbeitt við at finna meiriluta fyri einum misáliti á landsstýriskvinnuna við mentamálum. Tí tað eftir andstøðunnar tykki als eingin ivi er um, at tað er Rigmor Dam, ið eigur ábyrgdina av óheimilaðu meirinýtsluni á Glasi, og tí at hesi ikki kunnu góðtaka tær undanførslur, sum landsstýriskvinnan er komin við, eitt nú í sjónvarpinum í gjárkvøldið.

Les: Óheppið signal at senda um eg legði frá mær

Í løtuni er løgtingið í holt við aðru viðgerð av fíggjarlógini fyri 2019, og tá tann viðgerðin er av, verður farið undir eina drúgva atkvøðugreiðslu.

Les eisini: Atkvøðugreiðslan fer at taka upp móti tveimum tímum 

Av tí at eitt samdøgur skal ganga ímillum aðru og triðju viðgerð, so verður triðja og endaliga viðgerðin av fíggjarlógini í fyrsta lagi hósdagin, um ikki tingið loyvir frávik..

Harvið hevur andstøðan lutfalsliga góðar stundir til at orða eitt uppskot um misálit. Tíðspunktið fyri, nær eitt misálit verður handað løgtingsformanninum, hevur stóran týdning, tí skipanin er tann, at tá eitt misálit verður lagt fram móti løgmanni ella landsstýrismanni, so skal tað málið takast til viðgerðar sum tað næsta á dagsskránni, og alt annað tingarbeiði verður at bíða til atkvøtt er um misálitisuppskotið.

Enn er tó óvist um nakað uppskot um misálit verður reist á tingi nú undan jólum. Fleiri andstøðuumboð hava boðað frá, at tey bert eru áhugað, um ein meiriluti er fyri misáliti á landsstýriskvinnuna.

Hinvegin eru eisini tinglimir, sum eru av teirri áskoðan, at eitt uppskot um misálit eigur at leggjast fram, hóast meiriluti ikki er funnin fyri tí frammanundan. Hetta fyri at markera álvaran í málinum, tí at tað eru tingfólk, sum als ikki vilja góðtaka, at landsstýrisfólk soleiðis snúgva sær undan ábyrgd, og eisini at løgmaður roynir at skúgva ábyrgdina yvir til løgtingið fyri at sleppa undan at taka neyðugar avleiðingar av meirilnýtsluni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder