Eins og fleiri aðrar kommunur, boðar Sunda kommuna nú eisini frá, at hon strikar dagstovnagjaldið fyri desember.
Tað varð einmælt samtykt á býráðsfundi mánakvøldið.
Kommunan ásannar, at desember vanliga er ein fíggjarliga tungur mánaður við nógvum jólagávum, matinnkeypi og øðrum, og samstundis hevur hon fingið væl meira inn í skatti í ár, enn mett varð.
– Framskrivingar vísa, at kommunan fer at fáa væl meira inn í skatti enn mett varð fyri 2025. Kommunan kann ikki broyta skattin og barnafrádráttin mitt í einum ári, men býráðið kann velja at strika dagstovnagjaldið fyri desember, og sostatt verður hetta ein lætti til barnafamiljurnar í jólamánaðinum, ið er fyri framman, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald