2025-09-17 11:06

Fyri júst einum mánaða síðani í dag kyknaði ein stórur eldur í J.C.Svabosgøtu í Hornabø.
Kanningardeildin hjá løgregluni hevur verið í gongd og hevur gjørt eina fyribils niðurstøðu.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn kunnar fyrrapartin um, at fyribils niðurstøðan sigur, at eingin tekin eru um, at eldurin er ásettur.
Tó skal einki útilokast enn, staðfestir vaktleiðarin. Kanningar halda fram, og ein endalig niðurstøða er á veg.
Eldurin var ógvusligur, og húsini fóru illa. Ein persónur varð fluttur yvir á Landssjúkrahúsið við roykeitran.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald